Klokkan 09.15 skuldu ákæruvaldið og verjin í Piddamálinum halda sínar prosedurur um revsiásetingina í drápsspurninginum.
Men málið er nú útsett til klokkan 13.00.
Einki verður sagt um, hví málið er útsett, og tað kann saktans hava eina heilt náttúrliga frágreiðing.
Ein onnur frágreiðing kann eisini vera, at skuldardømdi Milan Kolovrat (myndin) kann hava tikið móti útrættu hondini hjá ákæruvaldinum um revsiniðurskurð, greiðir hann frá tí, sum hendi fríggjanáttina 4. november, og ikki minst, hvar líkið av Pidda bleiv burturbeint.
Milan Kolovrat varð av nevningunum sagdur at vera sekur í drápinum av Pidda, og tí er tað bert frevsiásetingin eftir, og har hevur ákærin longu gjørt greitt, at talan er um herðandi umstøður, og at hon tí fer at krevja meira enn vanligu 12 árini.
Hinvegin hevur Linda Hesselberg, sum er ákæri í málinum, eisini gjørt greitt, at sigur Milan Kolovrat, hvar hann hevur gjørt við líkið av Pidda, fer tað at koma honum til góða í revsirammuni.