Proppur í lívæðrini

Bíðirøðirnar kunnu vera langar, nú bara onnur breytin á brúnni um Streymin er opin fyri ferðslu

Tær seinastu vikurnar hevur tann syðra koyribreytin á brúnni um Streymin verið stongd, og hon verður ikki latin upp aftur fyri ferðslu fyrr enn eina ferð í heyst.

Landsverk hevur gjørt av aumvæla betongdekkið og fuktbjálvingina á brúnni. Hetta arbeiðið er so umfatandi, at Landsverk hevur valt at umvæla aðra breytina í ár og hina næsta ár. Menn hjá stovninum hava fresað tað ovasta oman á teirri syðru koyribreytini, og nú skal so eitt byggifelag gera sjálva umvælingina. Tað arbeiðið verður ætlandi liðugt í november. Næsta ár verður so tann norðara breytin umvæld.

Í sambandi við umvælingina er ljósregulering sett upp báðu megin brúnna, og hóast ferðslan tykist ganga hampiliga væl, kunnu bíðirøðirnar báðumegin vera rættiliga langar viðhvørt. Spurningurin er so, um tað er skilagott at seta propp í eins so týðandi ferðslulívæðr, tá fólk skulu til og frá ólavsøku og festivalum, og útlendingar í hópatali eru her og ferðast, ella um arbeiðið kundi bíðað eitt sindur.

 

Áðrenn kuldin kemur

Heini Eysturoy, leiðari á vegadeildini hjá Landsverki, sigur við Sosialin, at sjálvandi kann tað vera óheppið, at bara onnur breytin á brúnni er opin, tá fólk t. d. skulu til og frá ólavsøku. Men arbeiðið við fuktbjálvingini kann ikki gerast í køldum veðri og má tí fáast frá hondini, áðrenn kuldin kemur.

-Tí má forarbeiðið gerast um summarið, og kanska eru vit longu í seinna lagi, sigur Heini Eysturoy, sum tó vónar, at arbeiðið at umvæla ta syðru koyribreytina verður liðugt fyrr í heyst enn upprunaliga mett.