Í kvøld fær B68 vitjan av Skála. Talan er um uppgerð millum uppflytararnar, og støðutalvan sigur, at tað eru botnliðini, sum bresta saman. Gongdin higartil kundi bent á, at tað verða hesi bæði liðini, sum saman við AB skulu kappast um at sleppa undan niðurflytingini.
B68 venjarin Jógvan Martin Olsen ásannar, at talan er um lyklauppgerð, og at tað fyri hann og hansara menn snýr seg um at vinna:
-Tað er á heimavølli, at vit skulu vinna sigrarnar. Ímóti AB eydnaðist tað, og vit ætla okkum aftur í kvøld at vinna. Tað verður ikki lætt, tí Skála hevur góð úrslit seinastu ferðirnar at vísa á, men vit vóna at vinna 2-0, sigur B68 venjarin, sum hevur allar sínar menn tøkar – eisini Mads Rosenberg, ið var leikbannaður ímóti AB og vandamikla álopsspælaran Jonleif Højgaard, sum seinastu ferðirnar hevur sitið skaddur uttanfyri.
Skála venjarin Eliesar Olsen hevur gott mót. Hann sær møguleikar fyri, at tað skal eydnast at vinna úrtøku í kvøld, og hann tippar 2-1.
-Tølini siga, at vit hava fingið betur fatur í verjupartinum. Trý tey fyrstu umførini vunnu vit einki stig, og málmunurin var 1-10. Síðandi hava vit megnað tvær ferðir 1-1 og tepurt 1-0 tap í Klaksvík. Vit hava fingi¨betri tak á verjuspælinum. Ikki minst á heimavølli ímóti Víkingi sást, at vit ikki eru so langt frá hinum. Spælararnir eru við at venja seg at spæla í bestu deildini, heldur Eliesar Olsen, sum hevur allar spælararnar tøkar, nú teir á Skála fyrireika seg at fara út á Toftir.
Í fjør endaði B68 fremst í 1. deild við 56 stigum, og Skála endaði næstfremst við 48 stigum. Tvær ferðir í innanhýsis uppgerðunum var úrslitið 1-1, og í fyrsta dystinum, sum varð spældur á Skála, vann B68 2-1.
Líkindini at spæla fótbólt á Svangaskarði í kvøld eru av teimum fagrastu.
B68-Skála: Eiler Rasmussen klokkan 18.30.