Proppur í ferðsluni í Havn

Eitt ferðsluóhapp í rundkoyringini á Hálsi í Havn hevur fullkomiliga steðgað ferðsluni og bilar standa í longum røðum heilt úr SMS niðan á Hvítanes og tað er eisini ómøguligt at sleppa inn í Havnina Óhapppið hendir fyri eini løtu síðani, tá ið mold ruddi úr eini last og niður á vegin í rundkoyringini á Hálsi.

Roynt verður at rudda, men hetta er ringasta tíð til ferðslu og tað hevur ført við sær, at ferðslan er fullkomiliga steðgað, tí langir halar av bilum standa allastaðni har um leiðir og langt niðan á Hvítanes-so ráðiligast er at halda seg burtur, sum støðan er nú.

Tað er heldur ikki komandi inn í Havnina.

Men tað er ongin mansskaði.