Á propos nýggja atlassið Áheitan á mentamálaráðharran, Bjørn Kalsø

Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, hevur sambært Sosialinum ( 29.0 8.-12), sett lansstýrismanninum í mentamálum skrivligan fyrispurning um stavsetingina í nýggja atlassinum, sum Nám fer at geva út í næstum.
Hetta er ein sera viðkomandi spurningur fyri alt Føroya fólk, og tað er okkara fatan, at landsstýrismaðurin eigur at lata spurningin víðari til tað komandi málráðið at taka støðu til. Málráðið kemur eftir ætlan at virka frá 1. januar komandi ár. Málráðið verður mannað við ellivu málkønum (m/k), har Staðarnavnanevndin eisini er umboðað.
Fyrsta atlassið kom í 1993, men mong eru tey, sum – bæði fakliga og málsliga– hava sett spurnartekin við leistin ella mangul upp á sama, sum hetta atlassið bleiv gjørt eftir. Har var vantandi fakligur stringensur og ov nógv av tilvildarligum málsligum ad hoc loysnum, knýtt at eini persónligar málfatan heldur enn at einum yvirskipaðunum málfrøðiligum leisti, í tráð við altjóða konventiónir á økinum.
Vit eiga at læra av mistøkunum, ið gjørd vóru í fyrsta atlassinum, og ikki at endurtaka tey í tí nýggja atlassinum. Fyrst í komandi ári fáa vit eitt Málráð, sum bæði hevur førleika og skyldu at tryggja, at Føroya fólk hesaferð fær eitt atlass ið bæði lýkur tær yvirskipaðu fakligu og málfrøðiligu konventiónirnar, sum eru galdandi á økinum.

Vegna Málfelagið André Niclasen, Dan Reinert Petersen og Regin Eikhólm P.S. Avrit sent Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum Tórshavn 6/11-12