Propaganda og gransking

Firouz Gaini

Politikarar úr fleiri flokkum tosa um granskingina í Føroyum, sum um hon var amboð at stuðla politiskum verkætlanum. Her eru álvarsamar misskiljingar, ið skaða umdømi okkara uttanlands. Tí vil eg gjarna rætta hesar politikarar:
oPolitikarar eiga ikki sjálvir at avgera, hvør gransking er neyðug fyri landið.
oGranskarar eiga ikki at ganga í ørindum hjá landsins stjórn.
oGranskingin skal ikki verja nakran politikk.
oGranskingin skal metast eftir vísindaligum krøvum.
oGranskingin skal vera øllum granskarum atkomulig.
oVísindafólk, ikki politikarar, skulu eftirmeta granskingarúrslit.
oGranskingin skal vera óheft, álítandi, og opin.
Politisk pseudogransking er als ikki ynskilig. Hon fær onga viðurkenning nakrastaðni, og hon kann gera óbótaligan skaða á vísindaumhvørvi okkara (til dømis Fróðskaparsetur Føroya) úti í heimi.