Promillumarkið 0,20 gagnliga ávirkan

- Herðingin av ferðslulógini, sum varð gjørd í 2009, tá eitt nú promillumarkið varð lækkað til 0,2, hevur havt gagnliga ávirkan, heldur Benny Ejdesgaard, koyrilærari.

Síðani promillumarkið fór niður á 0,2 tann 1. oktober í 2009 og restina av árinum, varð eingin bilførari tikin, sum hevði millum 0,2 og 0,5 promillu av alkoholi í blóðinum. Í 2010 blivu 11 tikin við einari promillu millum 0,21-0,50, og vórðu øll tikin á hjólum, tvs. einki ferðsluóhapp. Fyrsti rúsdrekkakoyrarin í 2011 bleiv tikin tann 1. januar 2011. Tað skrivar Benny Ejdesgaard á heimasíðuni www.koyrilararin.fo

Eftir at promillan fór niður á 0,20, og reglurnar fyri frádøming av koyrikortinum vórðu herdar, er stórt fall á teimum, sum koyra ávirkað av rúsdrekka.

Tølini vísa, at í 2007 vóðru 199 fólk tikin, og í 2008 vórðu 165 fólk tikin. Fram til 1. oktober 2009 vóru 140 fólk tikin, og í 2010 vóru 99 fólk tikin.

- Út frá tølunum sæst, at herðing av ferðslulógini hevur havt eina gagnliga ávirkan á rúsdrekkakoyring - at fólk hugsa seg um áðrenn tey seta seg aftan fyri rættið, ávirkað av rúsdrekka, sigur Benny Ejdesgaard.

Fólk, sum hava fingið skaða í ferðsluni av rúsdrekkakoyring, eru eisini fækkað nógv frá at tað tilsamans vóru 15 fólk í 2006, 14 fólk í 2007 og aftur 15 fólk í 2008, var tað í 2010 komið niður á 5 fólk.