Projektleiðsla ger stóran mun í vinnulívi og í almennari umsiting.
Fyritøkur, har projektleiðsla verður brúkt, eru uml. 60 prosent meira framleidnar (produktivar) enn gomlu fyritøkurnar uttan projektleiðslu. Projektstýrdu fyritøkurnar menna tvær ferðir so nógvar vørur, og tær skapa tríggjar ferðir so nógv arbeiðspláss, sum fyritøkur uttan projektleiðslu. Tað vísir ein kanning hjá danska vinnumálaráðnum.
Starvsfólk við førleikum innan projektleiðslu skapa stór virði, har tey eru, og tað er ein góð orsøk til, at tey eru eftirspurd á arbeiðsmarknaðinum, sigur Thomas Magnussen, stjóri á Skeiðsdeplinum, ið hevur projektleiðaraútbúgvingina um hendi.
Hann greiðir frá, at útbúgvingin er ætlað leiðarum og øðrum lykla-persónum, ið arbeiða við verkætlanum ella í næstu framtíð fara í gongd við projektarbeiði.
Gerandisdagurin á flestum fyritøkum og stovnum er í dag fyri stóran part settur saman av verkætlanum ella tvørgangandi arbeiðsbólkum, og tað er ein onnur orsøk til, at projektleiðarar hava høgan kurs á flestum arbeiðsplássum, sigur Thomas Magnussen.
Í seinnu helvt av sep-tember byrjar eitt nýtt lið av komandi projektleiðarum á Skeiðsdeplinum, og framvegis ber til at tekna seg til hesa avbjóðandi og mennandi útbúgvingina.
Útbúgvingin fevnir um trý modul, hvørt á tveir dagar, og har fæst m.a. innlit í hesi evni:
"Hvat er góð projektleiðsla, og hvussu verði eg ein góður projektleiðari?
"Projektleiðaraleikluturin frá a til z
"Hvussu velji eg rætta projektstýringsmodellið?
"Amboð hjá projektleiðarum
"Fellur í teimum ymsu projektstigunum - og hvussu sleppi eg undan fellum?
"Gerð av projektætlan við virksemisyvirliti, tilfeingisyvirliti og tíðarætlan.
"Hvussu tú skapar motivatión og áhuga, tá tú skalt byrja eina verkætlan, samanseta og menna ein projektbólk?
Tilmelding til projektleiðaraútbúgvingina fer fram hjá Skeiðsdeplinum við Marknagilsvegin í Havn, tel. 318813. Seinasta freist at melda til er 14. september 2005. Fleiri upplýsingar um útbúgvingina og Skeiðsdepilin eru á
www.skeidsdepilin.fo