Í 1999 gjørdist Tórsvøllur liðugur, og fyrsti dystur á vøllinum var leiktur tann 9. juli hetta árið, og var hann ímóti danska felagnum AaB. Eftir hetta hevur Tórsvøllur verið tjóðarleikvøllur okkara, men ætlanin við Tórsvølli var frá fyrsta degi væl størri enn bara vøllurin, sum liggur í Gundadali í dag.
Nýggjar sponsoravtalur
Longu frá fyrsta degi gjørdi grunnurin handan Tórsvøll greitt, at teir høvdu stórar ætlanir við vøllinum. Inntil víðari er tó millum lítið og einki hent, men hetta er ikki uttan grund.
Tá arbeiði við Tórsvølli fór í gongd, gjørdi grunnurin sjálvsagt sáttmálar við sponsorar at fíggja byggingina og arbeiði kring vøllin. Hesir sáttmálar eru enn galdandi, men sáttmálarnir við smærru sponsorarnar ganga tó út komandi ár, meðan sáttmálarnir við stóru sponsorarnar ganga út við árslok 2007.
Hesi fyrstu 7-8 árini hevur Tórsvøllur klára sínar skyldur, men tað krevur nýggjar sponsoravtalur og nýggjar íleggjarar, tá haldast skal fram við arbeiðnum kring Tórsvøll.
Betri umstøður
Nú fær grunnurin handan Tórsvøll møguleika at gera nýggjar sponsoravtalur. Hvør hevur víst áhuga fyri arbeiðnum er ikki møguligt at fáa at vita, men tað er tó greitt, at umstøðurnar kring vøllin skulu bøtast.
Fyrst og fremst hevur FSF ynskt fleiri og betri umstøður. Harafturat skulu 3000-4000 áskoðarapláss undir tak. Men ikki bara sjálvur vøllurin skal bøtast. Uppskot er lagt fram fyri býráðið um at fáa fimleikarhallir við norðurendan av Tórsvølli, men enn er ikki greitt, hvussu verður við hesum. Jógvan Arge, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar býráð, sigur, at vit mugu bíða til út á várið, áðrenn nakað endaligt verður greitt hesum viðvíkjandi.
Afturat hesum er ætlanin, at lata hornini kring vøllin byggja, soleiðis at vøllurin verður innilukkaður. Her ætlar grunnurin at hava vinnuligt ella alment virksemi, og sostatt kunnu fyritøkur leiga seg inn í hølini, sum fara at vera har.
Ætlanin er eisini at byggja eitt hotel við suðurendan av vøllinum. Um hetta skal gerast, so skulu nøkur av hægstu áskoðaraplássunum við henda endan takast niður, men hetta verður sum skilst ikki nakar trupulleiki, tí fleiri áskoðarapláss skulu allíkavæl byggjast við norðurendan, og sostatt fer Tórsvøllur at hýsa enn fleiri áskoðarunum, enn hann ger í dag.
Trupulleikar við FSF
Sum sagt, so er hetta enn bara ætlanir, og einki ítøkiligt er enn á skránni. Grunnurin handan Tórsvøll vil tó heldur enn gjarna fáa gongd á arbeiði, og hetta kann ikki henda ov skjótt.
Grunnurin hevur í fleiri umførum tosa við býráðið um ætlanirnar, og býráðið tykist taka undir við teimum ætlanum, sum grunnurin hevur.
Ein av trupulleikunum hevur tó verið fótbóltssambandið. Sum skilst, so hevur FSF verið eitt sindur ímóti ætlanunum. Hetta mál bleiv lagt fram á formansfundi í september mánaði, har allir formenninir í teimum ymsu feløgunum vóru til staðar. Greiða útmeldingin ta ferðina var, at skal FSF seta fleiri pengar í Tórsvøll, skulu ognarviðurskiftina kring grunnin broytast.
Nú er so spurningurin, hvørt grunnurin handan Tórsvøll, býráðið og FSF kunnu koma fram til nakra endaliga loysn, sum kann fáa gongd á arbeiði kring Tórsvøll. Poul Michelsen, formaður í grunninum sigur, at kemur gongd ikki á arbeiði nú, so er væl møguligt, at grunnurin sleppur stóru ætlaninum um hotel, vinnulív og fimleikahallir kring Tórsvøll.
Myndatxt
Soleiðis ímynda arkitektarnir, at Tórsvøllur skal síggja út, tá vøllurin er liðugtgjørdur. Ein ætlan, sum tað nú verður arbeitt ítøkiliga við