Fríggjakvøldið var samkoma í gomlu saltsiloini á Drelnesi. Projekt Salt fekk 92.756,82 krónur handaðar. Tað var Suðuroyar Tónleikafelag, ið handaði Projekt Salt peningin. Peningurin er yvirskot av Jóansøkufestivalinum 09, ið var skipaður sum stuðulskonsert til frama fyri saltsiloina á Drelnesi.
Ein verkætlan, nevnd Projekt Salt, arbeiðir við at fáa til vega pening, so gamla saltsiloin kann gerast mentanar- og konserthús.
Ólavur Rasmussen hevur seinastu árini arbeitt við at fáa til vega pening, so Projekt Salt kann gerast veruleiki. Tað var Kristian Holbæk, ið vegna Suðuroyar Tónleikafelag, handaði Ólavi Rasmussen, Projekt Salt, peningagávuna.
Huganløtan byrjaði við, at Tóra Vestergaard sang Ave Maria, og løtan endaði við, at Brandur og Tróndur Enni, saman við Eyðuni Nolsøe, spældu nøkur løg.