Projekt Salt fær eitt skot fyri bogvin.
Í fráboðan júst nú sigur Ólavur Rasmussen, formaður í SALT-grunninum soleiðis:
Annullering av licitatión
Saltsilogrunnurin boðar hervið almenninginum frá, at licitatiónin, sum var 7. februar 2013, er annullerað.
Entreprenørarnir TG Verk, Articon, J & K Petersen og Búsetur hava fingið boð um annulleringina. Partarnir verða kunnaðir, tá ið Saltsilogrunnurin er komin til eina niðurstøðu um nýggja útbjóðing av verkætlanini.
Virðingarmest
Ólavur Rasmussen
Formaður í Saltsilogrunninum
Ólavur Rasmussen hevur í løtuni ikki fleiri viðmerkingar til málið.