Proforma-sølur
Eru tað framvegis trupulleikar við proforma-sølum, skal okkurt gerast við tað.
Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Hann sigur, at hann kennir ov lítið til tær proforma-sølur, sum ráfiskakeyparar nú siga seg hava staðfest, til at hann kann gera viðmerkingar til tað.
Men hann staðfestir, at endamálið við Fiskapakkanum var at fáa eina veruliga kapping um fiskin og at steðga proforma-sølunum.
Vit fylgja við gongdini og hevur tað ikki eydnast at steðga proforma-sølunum við Fiskapakkanum, er tað ein spurningur, sum vit mugu taka upp, tí tær skulu steðgast, so ella so, sigur Bjørn Kalsø, tí tað skal vera ein verulig kapping um fiskin.