Føroyska a-landsliðið hjá kvinnum sum farna vikuskiftið var í Danmark á venjingarlegu, skal komandi vikuskiftið spæla HM-undankappingardystir á høllini á Hálsi í Havn.
Dystirnir vera móti Makedonia, Íslandi og Eysturríki og vera spældir ávikavist fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnukvøldið.
Men føroyska landsliðið má vera ein av profilunum fyri uttan. Kringvarpið veit í dag at siga, at bakspælarin, Marjun Falkvard Danberg, hevur brotið sær fingurin, og tí ikki verður við til dystirnar um vikuskiftið.
Við Kringvarpið, sigur landsliðsvenjarin, Andreas F. Hansen í samrøðu, at Marjun Falkvard Danberg hevur stóran týdning á føroyska liðnum, og at hinar á føroyska liðnum nú mugu taka meira ábyrgd á seg.