Profilur til Team Klaksvík

Botnliðið spennir seg út til komandi kappingarár við sterkum leikara úr Kyndli.

Sterki íslendski strikuspælarin, Hörður Fannar Sigþórsson, heldur ikki fram í Kyndli. Tað er greitt, nú hann heldur hevur valt at skifta til tað avgjørda botnliðið í FTZ-deildini.


Hörður Fannar Sigþórsson skiftir nevniliga til Team Klaksvík. Tað skriva bæði Team Klaksvík og Norðlýsið. Sáttmálin varð undirskrivaður í síðstu viku.


Stóri og sterki strikuspælarin hevur verið fastur fúsur hjá Kyndli seinastu árini, men eitt skifti á vetri 2014 spældi hann við EHV Aue í næstbestu týsku deildini.


Team Klaksvík endaði í ár á aftasta plássi í FTZ-deildini. Teir fingu eitt stig burturúr teimum 24 dystunum.