Sjálvstýrisflokkurin hevur nú mist ein av sínum ungu og lovandi politikarum, sum seinastu árini hevur verið við til at mynda flokkin bæði í Føroyum og uttanlands.
Kenneth Rasmussen var fram til desember mánað í fjør formaður í Unga Sjálvstýri, og hann hevur verið valevni hjá flokkinum til tvey tey seinastu løgtingsvalini.
Nú hevur hann boðað formanninum í Sjálvstýrisflokkinum frá, at hann fer úr flokkinum.
? Tað er eingin vilji í Sjálvstýrisflokkinum til at gera nakað munagott við støðuna, sum flokkurin er komin í, sigur Kenneth Rasmussen sum orsøk til, at hann hevur takkað fyri seg í Sjálvstýrisflokkinum.
Trupul tíð
Seinastu tvey løgtingsvalini hava verið tey vánaligastu í søguni hjá Sjálvstýrisflokkinum, og flokkurin hevur júst megnað at hórað undan omanfyri sperrumarkið.
Sjálvstýrisflokkurin hevur ikki havt somu styrkina eftir seinna veraldarbardaga, sum flokkurin plagdi at hava, men flokkurin hevur fyri tað mesta fingið millum 7 og 9 prosent av atkvøðunum til løgtinsvalini, og oftast hevur flokkurin havt tvey umboð í løgtinginum seinastu 25 árini.
Seinastu tvey valini hevur Sjálvstýrisflokkurin fingið ávíkavist 4,4 og 4,6 prosent av atkvøðunum, og á seinasta løgtingsvalinum fór Miðflokkurin fram um Sjálvstýrisflokkin og vann tveir tinglimir, meðan Sjálvstýrisflokkurin bara hevur eitt umboð í løgtinginum síðani 2002.
Bátur á landi
Á landsfundinum hjá Sjálvstýrisflokkinum um vikuskiftið var flokkurin samanborin við ein bát, sum stendur á landið væl málaður og tilriggaður, men sum ongantíð fer á flot.
? Hetta er ein góð mynd av støðuni í Sjálvstýrisflokkinum. Flokkurin hevur ein góða grundhugsjón, sum tað framvegis er brúk fyri í føroyskum politikki, men flokkurin klárar ikki at gera nóg væl vart við seg. Flokkurin má taka nøkur mál og halda fast um tey, men tað er eingin veruligur vilji til at markera flokkin, sigur Kenneth Rasmussen.
Hann heldur, at løgtingsmaðurin hjá flokkinum, Kári P. Højgaard, ger tað, sum hann megnar fyri at fáa flokkin fram, og tað er eingin persónlig ósemja við hann ella flokkin, sum ger at fyrrverandi formaðurin í Unga Sjálvstýri fer úr flokkinum.
? Eg haldi, at tað er framvegis pláss fyri Sjálvstýrisflokkinum í føroyskum politikki, men eg havi tikið avgerð um, at eg tími ikki longur at brúka mína tíð til flokkin, sigur Kenneth Rasmussen, sum einki veit at siga um sína politisku framtíð.