Neistin hevur longt sáttmálan við ein av sínum avgjørdu profilum, málverjan Nicholas Satchwell. Felagið boðar í dag frá, at partarnir hava undirskrivað nýggjan sáttmála, ið er galdandi fyri komandi kappingarár.
Neistin skrivar soleiðis um Nicholas:
Nicholas er 26 ár, er føddur í London og hevur danska mammu og eingilskan pápa. Nicholas lesur HA - Sport & Eventmanagement á Suðurdanska Universitetinum.
Nicholas byrjaði at spæla hondbólt tá hann var 10 ára gamal, tá hann saman við familjuni flutti til Fyn í Danmark. Hansara fyrsta hondbóltsfelag var eitt lítið felag, sum eitur Haarby BK. Síðan hevur Nicholas spælt í Tommerup HK, Otterup Hk og RTV 1879 Basel í Sveis í 2011-2013. Eisini hevur Nicholas spælt 36 landsdystir fyri Stórabretland frá 2008 - 2015.
Nicholas hevur spælt við besta mansliðnum nú í tvey ár og trívist hann sera væl í felagnum. Nicholas hevur víst málmansspæl á høgum støði og eru vit sera fegin um, at samstarvið við hann heldur fram. Neistin ynskjir Nicholas góða eydnu og gleðast vit um, at vit framhaldandi koma at síggja hann í høllini í tí “bláu” blusini.