Føroyska U-19 landsliðið fór í dag úr Keypmannahavn til Rumenia, har teir í næstum skulu spæla undankapping. Teir skulu á túrinum spæla tríggjar dystir, ein móti vertslandinum Rumenia, ein móti Sveis og ein ímóti Andorra.
Sum heild er talan um eitt væl mannað føroyskt lið við fleiri leikarum, ið longu hava spælt sín fyrsta dyst á U-21 landsliðnum fyri Føroyar.
Ein av profilunum, sum frammanundan hevur spælt á U-21 landsliðnum, og sum nú av álvara skuldi styrkja um U-19 landsliðið var HB leikarin, Bartal Wardum.
Tað verður tó av ongum, tí Bartal Wardum fór í gjár heim úr føroyska hópinum, eftir at hann hevði fingið ein fipurskaða í baklærið.
Boð eru tí ístaðin send eftir Pæturi Ejdesgaard úr HB, sum altso tekur plássið hjá Bartali Wardum.
Fyrsti dysturin hjá U-19 landsliðnum verður hósdagin, tá Føroyar skulu spæla móti Rumenia.










