U-19 landsliðið, sum í dag endaði sína undankapping í Rumenia við 1-1 javnleiki móti Andorra, hevur seinastu tveir dystirnar spælt uttan ein av stóru profilunum á liðnum.
FC Midtjylland framherjin, Jákup Thomsen, sum longu hevur umboða Føroyar á U-21 landsliðnum, var so mikið óheppin at hann endaði á sjúkrahúsinum eftir fyrsta dystin móti Rumenia.
Trygvi Mortensen, ið var við sum ferðaleiðari greiðir frá at Jákup Thomsen longu áðrenn fyrsta dystin móti Rumenia kendi seg illa til passar, men valdi at spæla dystin við pínustillandi.
- Dagin eftir dystin bleiv Jákup Thomsen við at kenna seg illa, so rumenski læknin avgjørdi at Jákup til kanningar á sjúkrahúsinum. Her staðfesti læknin at Jákup Thomsen hevði blinttarmsbetendilsi, og klokkan 22 sama kvøld var Jákup skurðviðgjørdur.
- Alt gekk væl, men Jákup mátti vera á sjúkrahúsinum til í gjár (mánadagin), tá hann var aftur á hotellinum har sum U-19 liðið helt til. Foreldrini vóru kunnaði um støðuna áðrenn skurðviðgerðina, og tað hevði ikki latið seg at gjørt at bíða til Jákup kom heim.
Jákup Thomsen hevur tað gott eftir skurðviðgerðina, men hann má bíða heilt til 1. Januar 2016 til hann sleppur at spæla fótbólt aftur.