Profilera Miðflokkin??

Stutt rættleiðing til Heina Gaard

Bill Justinussen,
løgtingsmaður
???????????

Tíðindamaðurin Heini Gaard spurdi meg í sambandi við greinastubba um fyrispurning mín á tingi mikudagin (fyrispurningurin var um støðuna hjá 5-ára gomlum atferðartruplum smádrongi), um eg reisti fyrispurningin fyri at profilera Miðflokkin. Í síni grein hevur Heini Gaard fingið tað burturúr, at hetta málið er ein merkissak hjá Miðflokkinum, og at hetta sostatt er gjørt fyri at profilera flokkin. Heini hevur sostatt grundleggjandi misfatað tað, sum eg segði honum. Hann hevur kanska eisini ringt við at skilja, at vit politikkarar kunnu gera nakað, uttan at hava eina sjálvsøkna atvold.
Tað, sum eg segði, var, at alt, sum Miðflokkurin ger, vil so ella so profilera flokkin, uttan mun til, um tað er gott ella minni gott. Gera vit onki, so er tað eisini ein profilur. Tað burdi ikki verið ringt at fatað, heldur ikki hjá einum blaðmanni. Í svari mínum um fartelefonina við Heina Gaard segði eg ikki, at vit gjørdu hetta fyri at profilera flokkin, og eg segði heldur ikki, at hetta er ein merkissak hjá Miðflokkinum. Tann spurningin havi eg als ikki úttalað meg um.
Tíverri kunnu stuttar viðmerkingar gerast til langar fløkjur.