Hondbóltur
Tað vóru helst fleiri, sum veruliga høvdu glett seg til ein góðbita á hondbóltsvøllinum, tá mansfinalan varð blást ígongd leygardagin.
Neistin hevur verið mest sum flúgvandi seinastu nógvu vikurnar, og við ferðmiklum spæli hava teir trumlað alla mótstøðu niður.
Kyndil er hinvegin ímyndin av einum veruligum finaluliði. Hóast hópurin iki er eins breiður, sum hann er tað hjá Neistanum, so telur liðið nakrar av stóru profilunum í føroyskum manshondbólti. Og ferð eftir ferð hava hesir prógvað, at teir eru til reiðar at hevja seg móti hæddunum, júst tá hetta er neyðugt.
Danir á muni
Tað eydnaðist eisini Kyndli at hevja seg, soleiðis at teir leikliga vóru oman á stóran part av mansfinaluni.
Trupulleikin var tó, at teir ikki gjørdu hetta, fyrr enn eitt korter var farið, og tá hevði Neistin longu vunnið seg 4-5 mál framum. Og hóast Kyndil fleiri ferðir royndi at vinna hetta aftur, so megnaði Neistin støðugt at svara aftur, soleiðis at leiðslan varð hildin allan vegin á mál.
Meira enn gott spæl, so vóru tað einstakir profilar, sum gjørdu um seg hjá Neistanum. Og eingin teirra meira enn teir báðir donsku spælararnir, Emil Kulmann Jacobsen og David Edvardsen.
Edvardsen hevur í ár spælt, sum ætlar hann sær heitið sum ársins spælari í føroyskum manshondbólti, og tað nervaði hann ikki tað minsta, at hann var at síggja á veinginum, nú Heini Hanusarson var aftur á bakkinum.
Og í málinum slapp Emil veruliga at royna seg. Kyndilsspælararnir høvdu meira enn trupult við at fáa bóltin fram við stóra málverjanum, sum umframt góðar bjargingar eisini hevði hegnið at seta spælið skjótt ígongd.
Júst hetta seinasta var eisini ein avgerandi faktorur fyri steðgin. Kyndil hevði betra álopsspælið, men teir vóru ikki nóg skjótir í retur-renningunum, og tí sást fleiri ferðir, at Neistin økti um munin, bara fá sekund eftir at Kyndil hevði skorað.
Løtt Neista-mál
Eftir steðgin gjørdist trýstið hjá Kyndli enn meira massivt. Longu tíðliga eftir steðgin byrjaðu teir at skifta málverjan út, soleiðis at teir kundu spæla í yvirtali í álopspartinum, og í longum løtum stressaði hetta Neistan.
Men munurin varð tó støðugt hangandi um tey 4-5 málini. Stóru profilarnir hjá Neistanum megnaðu ferð eftir ferð at fáa mál burtur úr ongum, og hóast nógv av hesum sóu dekan ov løtt út, so telja løttu málini eins nógv, sum tey, ið koma til høldar eftir gjøgnumspæld álop.
Ein partur av taktikkinum hjá Kyndli var eisini at koyra á Heina Hanusarson, sum tíðliga í dystinum hevði tvær útvísingar. Men partvíst gjørdist tráðanin eftir triðju útvísingini ov sjónlig, og partvíst órógvaði hetta eisini spælið hjá Kyndli, har tað í fleiri førum hevði givið betri meining at spælt aðrar og fríari spælarar. At Heini so fekk reytt kort, tá tríggir minuttir vóru eftir, hevði minni upp á seg.
Tá var sigurin kortini so gott sum heima. Kyndil fekk minkað munin niður í tvey mál, tá góður minuttur var eftir at spæla, men tá noyddust teir samstundis at forcera spælið, og so kundi Neistin svara aftur við teimum báðum seinastu málunum í dystinum.
Steypið fór ongan veg úr Neista-hølunum á hesum sinni, og sum kappingin hevur tikið skap, tykist Neistin stevna beint móti greipuni, sum eingin hevur vunnið í føroyskum manshondbólti seinastu 15 árini.
Fakta um dystin
NeistinKyndil 31-27 (17-12)
10 min: 5-2
20 min: 12-9
40 min: 20-16
50 min: 25-21
Málskjúttar
Neistin: David Edvardsen 11(4/5), Finnur Hansson 5(1/1), Jugoslav Djumic 5, Ingi Olsen 4, Heini Hanusarson 3, Jákup Apol Hentze 1, Tróndur Kragesteen 1, Sjúrður Thomassen 1
Karl Oddmar Rasmussen, Bartal Hansen, Heini Ragnarsson, Jens Mohr, Kristian Dulavík, Emil Kulmann Jacobsen
Kyndil: Høgni Klein 5, Tummas Pauli Hanusarson 5(2/2), Bárður Johannesen 4, Josef Abrahamsen 3(0/1), Janus Einar Sørensen 3, Rani Ellingsgaard 3, Julian Johansen 2, Hans Áki Dal-Christiansen 2(0/1)
Magnus Matras, Høgni Klein Olsen, Regin Petersen, Erlendur Johannesen, Ken Zachariassen, Kristoffer Kristoffersen
Brotskøst: Neistin 7, Kyndil 4
Útvísingar
Neistin: 6: Heini Hanusarson 3, Ingi Olsen 1, Tróndur Kragesteen 1, Emil Kulmann Jacobsen 1
Kyndil 7: Bárður Johannesen 2, Regin Petersen 1, Rani Ellingsgaard 1, Hans Áki Dal-Christiansen 1, Ken Zachariassen 1, Tummas Pauli Hanusarson 1
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen









