Kyndil boðar í kvøld frá, at toppskjúttin, David Edvardsen og serbiski málverjin, Mladen Mjerimacka, halda fram í felagnum komandi kappingarár. Teir hava verið millum profilarnar á Kyndli, sum í ár bleiv nummar trý í landskappingini.
Les eisini: Her er nýggja venjaratoymið hjá Kyndli
Tó er ikki endaliga staðfest, at Mladen Mjerimacka verður í grønum. Tó er greitt, at um hann spælir í Føroyum, so spælir hann við Kyndli.
Kyndil.fo skrivar:
Toppskjúttin hjá besta mansliðnum hjá Kyndli í ár, David Edvardsen, heldur fram í felagnum næsta kappingarár, og ársins málverji farna kappingarár, Mladen Mjerimacka, spælir í Kyndli aftur, um hann spælir í Føroyum næsta kappingarár. Hetta er greitt, nú David hevur skrivað undir nýggja avtalu, og Mladen hevur boðað frá, at Kyndil er felagið, hann spælir við í Føroyum.
Kyndil kunngjørdi fyrr í dag, at nýggja venjaratoymið verður, Bárður Johannesen, Julian Johansen og Kristian Martin Joensen. Boðini eru greið; Kyndil ætlar sær í oddin komandi kappingarár.