Profilar uttanfyri

Tað vakti ans, at tveir av útlendsku profilunum hjá KÍ ikki vóru við í hópinum, tá KÍ í gjár spældi móti EB/Streymi. Á heimasíðuni hjá KÍ verður sagt, at hetta var av disciplinerum ávum, men tað tykist ikki, sum verður revsingin meira enn hendan eina dystin.

- Teir vóru ikki tøkir til dystin hóskvøldið, og meira er ikki at siga um tað. Men Rodrigo og Milic hava verið millum bestu spælarar hjá okkum hetta kappingarárið, og vit eru fegin um at hava teir í felagnum. Meira er ikki at siga um tað, og nú brúka vit alla orku til at fyrireika okkum til dystin á Skála mánakvøldið, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá KÍ.