Profilar royna seg í Danmark

Bæði Adrian Justinussen og Andrass Johansen eru á flatlondunum og royna seg

Tað er møguleiki fyri, at bæði HB og B36 skulu klára seg uttan kanska størstu profilarnar farna kappingarár. Bolt.fo skrivar, at Adrian Justinussen og Andrass Johansen venja í løtuni við Hillerød í næstbestu deildini í Danmark.

 

Adrian Justinussen hevur verið snúningspunktið í spælinum hjá HB seinastu árini. Hann tóktist finna stevið í farna kappingarári og ynskir nú at royna eydnuna í uttanlands. Hann er uttan sáttmála og kann frítt finna sær eitt nýtt felag.

 

Støðan hjá Andrassi Johansen er eitt sindur øðrvísi. Hann er sáttmálabundin fyri 2024, men tykist eisini at hava fingið útilongsil. Hann er B36’ari inn á bein, men árstalsfelagið hevur onkuntíð fyrr ásannað at tað ber ikki til at køva huganum at røkka hægri tindum.

 

##med2##

 

Tað sást millum annað við Martini Agnarsson, sum í dag spælir við Viborg í bestu deildini í Danmark. Andrass Johansen hevur eisini vunnið seg inn í hitan hjá Håkani Ericson, landsliðsvenjara.

 

HB hevur nýggjan venjara í italska Adolfo Sormani, meðan Dan Brimsvík fer í holt við sítt fjórða fulla kappingarár í B36.