Seinnapartin í dag skal føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti spæla dyst í HM-undankappingini. Hetta er annar dysturin í kappingini. Fyrsti dysturin var á heimavølli ímóti Skotlandi sunnudagin, og tá tapti føroyska liðið 7-2. Føroyska liðið byrjaði dystin sera illa og kom aftur um 5-0 innan ein hálvan tíma. Í seinna hálvleiki fótaði føroyska liðið sær, og seinni hálvleikur endaði við javnleiki 2-2.
Nú skal føroyska liðið royna seg á útivølli ímóti Pólandi, ið hevur somu styrki sum Skotland. Tað verður tí enn ein strævin dystur hjá føroyska liðnum.
Onkrar broytingar verða á føroyska liðnum. Rakul Johannesen, ið spældi á vinstra bakki, fekk álvarsaman knæskaða og er ikki tøk. Liljan av Fløtum Petersen, sum spældi í miðverjuni, verður heldur ikki við í dag. Hinvegin verða tveir av stóru profilunum tøkir til dystin í dag. Rannvá B. Andreasen og Fríðrún Danielsen, sum báðar vóru leikbannaðar sunnudagin, eru tøkar í dag og verða væntandi við frá byrjan.
Føroyska liðið hevur seinastu dagarnar verið í Pólandi og fyrireikað seg til dystin. Dysturin verður spældur á Miejski Pruy leikvøllinum í Wroclaw har suðuri í Pólandi í dag kl. 16.00. Tað regnaði í Wroclaw í gjár, og aftur í dag verður sagt frá regni og 14 hitastigum.