Richard Danielsen
------
Longu í 3. Kapitli í 1. Mósebók, beint eftir syndafallið, lesa vit eitt profetorð um Kristus:
Tá segði Gud HARRIN við ormin: "Aftur fyri at tú gjørdi hetta, so skalt tú vera bannaður millum alt fæið og millum øll dýrini á markini. Á búki tínum skalt tú skríða, og dust skalt tú eta, allar lívsdagar tínar. Eg seti fíggindskap millum teg og kvinnuna, millum títt avkom og hennara avkom; Hann skal sora høvdið á tær, men tú skalt høgga Hann í hælin." 1. Mós. 3,14-15.
Longu her lovar Gud, at ein frelsari skal koma, sum skal sora høvur ormsins. Hann sigur, at Hann (avkom kvinnunar) skal sora ormin, ikki avkom mansins, tað er skilligt, at avkom Ádams kundi ikki frelsa nakran, tað er jú ómøguligt, vit eru øll komin undir synd við falli Ádams, so tað sigur seg sjálvt, at einki vanligt mannabarn kann verða frelsari heimsins. Hetta, sum hann sigur her um avkom kvinnunar, er ein profeti um ein stóran kong og frelsara, sum føðast skal av kvinnu, sum verður við barn uttan samlegu við mann. Tá ið vit koma til 12 kap. í 1. Mósebók, lesa vit hetta:
HARRIN segði við Ábram: "Far úr landi tínum, frá skyldfólki tínum og frá húsi faðirs tíns - til landið, ið Eg skal vísa tær! Eg skal gera teg til stórt fólk; Eg skal signa teg og gera navn títt stórt, og tú skalt verða signing. Eg skal signa tey, ið signa teg, og tann, ið tær bannar, honum skal Eg banna; og í tær skulu allar ættir á jørðini verða signaðar." 1. Mós 12, 1-3.
Harrin gevur Ábrahami hetta lyftið tríggjar ferðir, her og í 18. Kapitli og síðani aftur í 22. Kapitli:
“..og í avkomi tínum skulu allar slektir á jørðini verða signaðar - aftur fyri at tú lurtaði eftir Mær!"“22,18.
Paulus sigur í Galatiabrævinum soleiðis um hetta:
Nú vórðu lyftini givin Ábrahami og avkomi hansara; ikki stendur "avkomum", sum um nógvar, men sum um ein: "Og avkomi tínum" - og tað er Kristus. Gal. 3,16.
Síðani lesa vit í 26. kapitli, at Ísak fær sama lyftið og í 28. kapitli, at Jákup fær sama lyftið.
So hetta lyftið er frelsan, sum skal koma til allar tjóðir heimsins. Jødarnir hava vænta hendan kongin, Messias síðani, og enn í dag vænta teir ísraelsmenn, sum trúgva á Gud Ísraels, at Messias skal koma. Fara vit so mong mong ár fram, so lesa vit í 4. Mósebók um, at Balak kongur í Móab ræðist Ísrael og leigar sær Bileam, til at koma og banna Ísrael, men Gud vil ikki lova Bileam at banna Ísrael, og tað verður til, at hann ístaðin signar fólkið, har lesa vit hetta profetiið um Messias:
So bar hann fram ljóð sítt og segði: "So sigur Bileam, sonur Beor, so sigur maðurin við afturlatnum eyga, so sigur hann, ið hoyrir orð frá Gudi og hevur fingið kunnskap frá hinum Hægsta, hann, ið skoðar sjónir frá hinum Alvalda, nígandi niður og við upplatnum eygum: Eg síggi Hann, men ikki nú, eg skoði Hann, men ikki nær - upp rennur stjørna av Jákupi, veldissproti rísur av Ísrael; Hann sorar tynningar Móabs og týnir ófriðarættina. 4. Mós. 24,15-17.
Í 5. Mósebók stendur hetta.
HARRIN Gud tín skal lata Profet sum meg stíga upp ímillum tykkara, ein av brøðrum tínum; Hann skulu tit hoyra. 5. Mós. 18,15.
Pætur tekur til hetta í talu sínari, sum stendur í Ápostlasøguni 3. Kapitli. Dávid syngur um Harran Jesus í t.d. 22. og 69. Sálmi. Hjá Esaias profeti lesa vit hetta:
Tí skal nú Harrin sjálvur geva tykkum tekin: Moyggj skal verða við barn og eiga son, og hon gevur Honum navnið Immanuel. Es. 7,14.
Og í 9. Kapitli:
Tí Barn er føtt okkum, Sonur er givin okkum, og á øksl Hansara skal harraveldið hvíla; Hann eitur Undurfullur, Ráðgevari, Veldigur Gud, Ævigur Faðir, Friðarhøvdingi. Stórt verður harradømið, endaleysur friðurin, yvir hásæti Dávids og yvir ríki hansara; tað skal verða styðjað og hildið uppi við rætti og rættvísi, frá nú og til ævigar tíðir; álvara HARRANS Guds herskaranna skal gera hetta! Es. 9,6-7.
Mika profetur boðar eisini frá honum:
Men tú Betlehem, Efrata, sum so lítið hevur at týða til at vera millum túsund Juda! Úr tær skal ein ganga Mær út, sum skal vera høvdingi Ísraels. Uppruni Hansara er úr forðum, frá fortíðardøgum. Mika 5,1.
Hetta vóru nøkur av profetiunum úr Gamla Testamenti. Hetta síðsta úr Mika vísir skilliga, at her er talan um ein óvanligan mann, tað stendur, at hann er frá forðum. Hetta er júst tað, sum vit síggja, at Jesus sjálvur ger krav uppá at vera, hann sigur við Jødarnar, at áðrenn Ábraham var til, eri Eg. Hann brúkar júst somu orð, sum Gud brúkar í 2. Mósebók kapitli 3,14, tá ið hann sigur við Móses, tá ið Móses spyr um hvat hann skal siga við ísraelsmenn, tá ið teir spyrja um navnið á honum, sum hevur sent hann til teirra. Tá sigur Harrin, tú skalt siga, at “Eg eri” hevur sent meg til tykkara.
Tá ið nú ein lesur hesi skriftstøð og annars kennir Bíbliuna, so er tað láturligt at hoyra menn tvihalda um, at Jesus ikki veruliga varð føddur av moyggj. Teir lærdu, t. d. søgufrøðingar, sum ikki trúgva á at Gud kann gera hvat hann vil. Teir royna at gera til einkis tað, sum stendur, enntá ditta sær at siga, at teir, sum týddu Gamla Testamenti úr hebraiskum til griskt, hava týtt tað skeivt, og soleiðis villleitt teir, sum síðani hava týtt skriftirnar eftir Septuaginta.Allir hesir eru sostatt farnir skeivir, eisini báðir teirr føroysku týðararnir. Eg dugi ikki hebraiskt og griskt, so her kann eg ikki blanda meg nógv, men einki haldi eg, at nakað er komið skeivt fyri her, tað man heldur vera, at Heilagi Andin hevur leitt teir, sum týddu, at skriva, sum teir hava skrivað, fyri at einki skal vera at ivast um, um so er, at tað skjótt kann blandast kanska í hebraiskum. Sum sagt tað kann eg ikki trætast um, tí eg dugi ikki hebraiskt, men um ein tekur týskt t.d., so merkir jungfrau moyggj og junge frau ung kvinna, so nær kann tað liggja.
Tað er so høpisleyst, at søgufrøðingar royna at fáa tað til at Esaias ikki hevur meint moyggj, fyri aftur at kunna gera Matteus til ein lygnara, sum hevur penta hesa søguna saman, eftir at Jesus hevði livað og var deyður. Teir áttu at havt annað at sagt okkum. Øll skriftin talar um Harran Jesus Kristus, tað sigur Jesus eisini sjálvur í Lukas 24 kapitli. Hetta kunnu vit trygt líta á, um onkur skuldi ivast, nú ið Bíblian aftur og aftur verður álopin í føroyskum fjølmiðlum.
Avkom kvinnunar, sonur Guds
Spáddur í heiløgum riti
Kom frá Tamar, Rahab og Rutt
Tó er av heiløgum gitin
Moyggin Maria Kristus ber
Heilagt sáð bar undir belti
Gud hin stóri faðirin er
Heilaga Andan úthelti
Gud tú stórur, heilagur er
Setti teg lágt fyri okkum
Frelsa tín stór av øllum ber
Til allan heimin hon røkkur.
Takk mín Gud at frelsan mær rakk
Prísaður veri tú Faðir
Eg ei í botnleyst myrkur sakk
bjargaður í allar ævir