Professionell fólk í nevnd

Ein tilráðingarbólkur skal tryggja, at kvalifiserað fólk koma í nevndina hjá SEV. Leisturin skal vera lagdur til aðalfundin næsta ár

- SEV má koma víðari sum felagsskapur. Vit mugu flyta okkum frameftir, og tað gera vit millum annað við at tryggja okkum, at vit fáa tey røttu og bestu fólkini í nevndina fyri SEV.

 

Tað segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, tá hann á aðalfundinum hjá SEV argumenteraði fyri at broyta nevndarvalið í orkufelagsskapinum.

 

Uppskotið, ið hevur verið leingi ávegis, snýr seg í stuttum um at seta ein tilráðingarbólk, ið skal tryggja, at nevndin í SEV til eina og hvørja tíð hevur teir førleikar, sum aðalfundurin ynskir. Eisini skal tilráðingarbólkurin koma við tilmæli um, hvørja samsýning nevndin skal hava.

 

Arbeiðið er komið hartil, at aðalfundurin í SEV gjár skuldi taka støðu til, um nevndin skal hava heimild at arbeiða víðari við viðtøkubroytingaum fyri orkufelagsskapin. Ein orðing um viðtøkubroytingar er gjørd, og er hon soljóðandi:

 

”Aðalfundurin velur ein tilráðingarbólk við trimum limum, sum skal veljast, arbeiða og samsýnast sambært einari av aðalfundinum samtyktari reglugerð. Í áður nevndu reglugerð kann aðalfundurin eisini áseta, at onnur skulu velja ein, fleiri ella allar limirnar í tilráðingarbólkinum, ella at tilráðingarbólkurin skal hava fastar limir. Tilráðingarbólkurin skal greiða tilmæli til aðalfundin um val og samsýning av nevndar- og varalimum. Tilmælið skal verða grundað á, at nevndin samlað skal hava royndir innan nevndararbeiði og leiðslu, umframt innlit í vinnulív, fíggjarlig viðurskifti, elveitingarøkið harundir teknisk viðurskifti, brúkara- og samfelagsviðurskifti.”

 

Hóast tilráðingarbólkurin harvið fær ávirkan á, hvør kemur at manna nevndina í SEV, so skulu kommunurnar framhaldandi hava møguleika at skjóta upp valevni til nevndina.

 

Í dag eru tað kommunurnar, sum einsamællar velja sínar limir í nevndina fyri SEV. Vága, Streymoyar, Eysturoyar, Norðoya og Sandoyar sýslur eiga ein nevndarlim í part, og Suðuroyggin og Tórshavnar Kommuna hava hvør sín nevndarlim.

 

Á aðalfundinum hjá SEV í gjár var ikki semja um, hvørt tað nú var rætt at seta ein tilráðingarbólk. Serliga var tað borgarstjórin í Vestmanna, Pauli T. Petersen, ið talaði harðliga ímóti, og mælti hann til beinleiðis til at vraka uppskotið. Men eisini Marin Katrina Frýdal, býráðslimur í Tórshavnar Kommunu, tosaði ímóti ætlanini, ið hon skírdi at vera eitt soloprojekt hjá Heðini Mortensen. Hesum vísti borgarstjórin tó staðiliga aftur.

 

Heðin Mortensen fekk stuðul frá Dánjali Vang úr Fuglafirði, sum vísti á týdningin av, at SEV heldur seg til leiðreglur um góðan leiðslusið.

 

- Tilráðingarbólkurin er eitt amboð til at tryggja, at vit fáa professionell fólk inn í nevndina í SEV, argumenteraði Dánjal Vang.

 

Tá avtornaði vóru 40 atkvøður fyri uppskotinum, meðan 23 atkvøddu ímóti. Harvið hevur nevndin í SEV heimild at gera uppskot til viðtøkubroytingar, umframt eina reglugerð fyri tilráðingarbólkin. Arbeiðið skal vera liðugt at leggja fyri aðalfundin í SEV næsta ár.

 

Nevndin í SEV er í dag hendan: fyri Suðuroynna Jens Johannesen, Tvøroyri; fyri Sandoynna Bødvar Hjartvarsson, Dalur; fyri Tórshavnar kommunu Bogi Andreasen, Tórshavn; fyri Norðurstreymoy Karl A. Olsen, Vestmanna; fyri Vágoynna Jákup Suni Lauritsen, Sørvágur; fyri Eysturoynna Karl Rasmussen, Skála og fyri Norðoyggjar Steinbjørn O. Jacobsen, Klaksvík.

 

Les eisini: Til reiðar til íløgur fyri 1,4 milliard

 

Les eisini: Oljan drenar pengakassan hjá SEV

 

Les eisini: SEV væntar 3,1 milliónir í yvirskoti í ár