Professionell belgisk tónleikaumboð hendan vegin

Í vikuskiftinum koma fimm professionell belgisk blaðfólk og booking umboð til Føroyar at kanna føroyska tónleikapallin. Í tí sambandi skipa Undirbeat og Plátufelagið Tutl fyri felags átaki við einari rúgvu av framførslum

Síðsta vikuskifti var tað spælistaðið Berschshouwburg í Brussel í Belgia, sum var karmur um væleydnaða sýnisgluggatiltakið “Atlantic Soundscapes”, ið sýnti fram føroyskan tónleik, móta og list. Komandi fríggjakvøld til Undirbeat í Cippo verður tað elektroniska tónleikin, ið fokusið verður sett á, og leygarkvøldið verður talan um meira avslappaðar karmar í Havnar Klubba, har ikki færri enn 11 ymisk nøvn framføra.

 

Elektro kvøld í Cippo

Fríggjakvøldið er tað lívliga og dansivinarliga í hásæti – Undirbeat style! Kvøldið bjóðar spennandi elektro sett frá Peturi Pólsyni, vælupplagdan new wave rock frá The Story Ends og DJ framførslur frá Undirbeat kenningunum Spencer Jones og DJ Knýtil. Teir fara at spæla eitt feskt, frískligt bland av bæði føroyskum og útlendskum elektroniskum dansitónleiki.

 

Label kvøld í Havnar Klubba

Leygarkvøldið er Havnar Klubbi karmur um tiltak, ið setir fokus á bólkar og artistar, ið hava serligt tilknýti til Plátufelagið Tutl. Hetta kvøldið er ætlað sum eitt “lurtikvøld”, har ein kann setast afturá og lýða á fjølbroyttar tónar úr føroyskum tónleikalívi. Ikki færri enn 11 nøvn framføra hetta kvøldið, og sostatt verður mangt og hvat spennandi at hoyra: m.a singer/songwriter frá Marius, Dánjal og Knút H. Eysturstein, cabaret gypsy fólkatónleikur frá Budam, jazzur frá Benjamin og Yggdrasil, elektro poppur frá The Ghost og alternativur folk rokkur frá Peturi Pólsyni.

 

Ein serstøk og stuttlig uppliving

Undirbeat og Tutl bjóða sum sæst eina spennandi skrá, ið fevnir um eitt breitt úrval úr aktuella føroyska tónleikapallinum. Øll áhugað áttu at møtt peppað og fjølment, og víst belgisku gestunum, hvussu eitt føroyskt tónleikavikuskifti kann gerast ein bæði serstøk og stuttlig uppliving.

 

 

- - - - -

 

 

Teir fimm, ið koma á vitjan, eru:

 

Dirk Steenhaut – tónleikajournalistur á “De Morgen”, ið telist millum størstu belgisku avísirnar. De Morgen verður mett at hava einar 230.000 lesarar og hevur ein sera sterkan mentanarprofil. Dirk er stórur fjeppari av norðurlendskum tónleiki, og hevur seinastu fimm árini verið fastur gestur á Iceland Airwaves, danska SPOT Festival og By:Larm í Noregi.

 

Cis Bierinckx – “Artistic & managing director” á spælistaðnum Beursschouwburg í Brussel, ið er eitt tað kendasta spælistaðið í Belgia. Beursschouwburg var karmur um Atlantic Soundscapes seinasta vikuskiftið. Staðið er kent fyri at vera slóðbrótandi og spennandi, og hevur eitt sera gott umdømi millum síni vitjandi, ið regluliga koma til tiltøk fyri at forvitnast, hóast tey ikki kenna bólkarnar, ið spæla.

 

Philippe Cortens – leiðari av vælumtóktu útvarpssendingini Antenna, ið sendir kring alt Belgia á rásini Studio Brussel. Philippe er stórur fjeppari av norðurlendskum tónleiki, og hetta hoyrdist týðiliga í novembur-desembur 2007, tá Antenna sendingin setti sjóneykuna á norðurlendsku bólkarnar Murder (DK), The Raveonettes (DK) og Kim Hiorthoy (NO).

 

Christoph Elskens – stovnari av og leiðari á soundslike.be, ið er mest týðandi belgiska tónleika webzine (internet blað). Soundslike.be heldur neyvt eyga við øllum tónleikaútgávum, konsertum og tíðindum úr tónleikaídnaðinum. Øll tónleikaáhugaði í Belgia brúka tíðindatænastuna hjá soundslike.be. Christoph er eisini leiðari á nýggja plátufelagnum Noisome Recordings.

 

Kurt Overbergh – Tónleikastjóri á AB (Ancienne Belgique), ið er størsta, kendasta og týdningarmiklasta spælistaðið í Brussel. Kurt brennur eisini fyri norðurlendskum tónleiki, og hevur verið við til at skipa fyri norðurlendskum label nights, donskum sýnisgluggatiltøkum og í løtuni er hann leiðari av umfevnandi tónleikatiltakinum Iceland on the edge. AB hevur hýst konsertum við heimskendum nøvnum sum Coldplay, U2 og Red Hot Chili Peppers.

 

 

- - - - -

 

 

Fríggjakvøldið 9. mai kl 00.00:

Undirbeat elektro kvøld í Cippo

Kostnaður 100kr

18 ára aldursmark

Skrá:

The Story Ends kl 12.10

Petur Pólson elektro sett kl 01.00

Spencer Jones kl 01.30

DJ Knýtil kl 02.40

 

Leygarkvøldið 10. mai kl 20.00

Tutl label kvøld í Havnar Klubba

Kostnaður 100kr, ókeypis fyri limir í Havnar Klubba

Einki aldursmark

Skrá:

Spælimenninir kl 20.00

Knút H. Eysturstein kl 21.00

Yggdrasil kl 21.30

Budam kl 22.00

Guðrið Hansdóttir 22.30

Marius 23.00

Benjamin 23.30

Dánjal 24.00

Petur Pólson 00.30

The Ghost 01.00

Crawling Blue 01.30