Professari: - Tí sprongdist Titan inneftir

Norskur professari í tí, sum rópt verður ómannaðari tøkni, heldur, at ein av tveimum møguleikum kann vera orsøkin til vanlukkuna, tá kavbáturin Titan fórst á havbotninum, nakrar hundrað metrar frá Titanic-vrakinum.

 

Professarin, Asgeir Sørensen á NTNU-stovninum í Noregi, heldur, at kavbáturin Titan er imploderaður – ella sprongdur inneftir – longu sunnudagin, sum báturin við teimum fimm monnunum umborð var á veg niður í dýpið.

 

Hann heldur í samrøðu við Verdens Gang, at ein av tveimum møguleikum kann vera orsøkin til, at hetta hendi.

 

Annar møguleikin er, heldur hann, at kavbáturin hevur fingið skaða, tá hann rakti botnin, og at stoyturin kanska hevur verið harðari enn ætlað, tí ferðin móti botninum kann hava verið ov høg.

 

Ein annar møguleiki er, at báturin kann hava havt ein konstruktiónsskaða, sum ikki hevur verið sæddur.

 

Professarin sigur seg vóna, at hesin parturin av ferðavinnuni, sum skipar fyri ferðum í slíkum ekstremum umstøðum, lærir av vanlukkuni og fer at gera meira til tess at tryggja, at slíkt ikki hendir aftur.

 

Tað var í gjár, at ein ómannaður og fjarstýrdur kanadiskur havbátur fann fimm vraklutir av Titan nakrar hundrað metrar frá bógnum av Titanic, sum liggur á 3.800 metra dýpi.

 

- Hetta endaði tíverri, sum vit stúrdu fyri, sigur Asgeir Sørensen, sum er serfrøðingur í tí, sum rópt verður ómannaðari tøkni.

 

Amerikanska bjargingartænastan váttaði á tíðindafundi í gjárkvøldið, at vraklutirnir eru av Titan, og her er als eingin ivi um, at allir fimm menninir, sum vóru í bátinum, eru deyðir.

 

##med2##

 

Teir, sum vóru við Titan, vóru Paul-Henry Nargeolet, Hamish Harding, Suleman Dawood, Shahzada Dawood og Stockton Rush.