Ein dómstólur í Geneve í Sveits hevur dømt ein svenskan professara fyri at hava sagt ósatt ella bert hálvar sannleikar um vandan við passivari royking, skrivar dagens Nyheter.
Professarin fekk stuðul frá amerikonsku tubbaksverksmiðjuni Philip Morris til sítt rannsóknararbeiði, men tað kom ongantíð fram, tá professarin almannakunngjørdi úrslitini av sínum kanningum. Men herfyri avdúkaðu tveir av starvsfeløguum hansara á lærda háskúlanum í Geneve sambandið við amerikonsku fyritøkuna. Nú er hann dømdur fyri at hava verið óreiðiligur í sínum arbeiði og fyri at hava komið umdøminum hjá lærda háskúlanum í vanda.
Sambært dagens Nyheter vildi professarin millaum annan vera við, at passiv royking er als ikki so vandamikil, sum vísindin sigur hana vera.










