Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fleiri ferðir boðað frá einum koppingarevni ímoti koronuvirus innan forsetavalið 3. november.
Tí er fráboðanin frá einum høgum embætismanni um, at USA helst fer at hava eitt koppingarevni innan apríl næsta ár, ikki nakað, sum fer at flyta atkvøður.
Tað heldur Jørn Brøndal, professari, sum er leiðari á Center for Amerikanske Studier á Syddansk Universitet.
– Tað dugi eg ikki at ímynda mær. Um tað hevði verið eitt koppingarevni innan valið, kundi tað kanska havt ávirkan.
– Men okkurt í vár fer neyvan at ávirka valstríðið.
– Kanska serliga eisini tí, at fólk halda, at so stórur munur er á hvussu teir báðir kappingarneytarnir hava handfarið virusið.
Tíðarkarmurin kemur sambært Bloomberg News frá Poul Mango, varastjóra, í amerikanska heilsumálaráðnum.
Hann væntar, at USA eftir øllum at døma fer at góðkenna minst eitt koppingarevni í november ella desember – ella kanska longu um tríggjar-fýra vikur.
Um so verður, verður tað innan forsetavalið. Tað verður týsdagin 3. november og stendur millum Trump og demokratin Joe Biden.
Jørn Brøndal sigur, at koronavirus er eitt høvuðsevni í valstríðnum.
– Korona er avgjørt nakað, sum ávirkar nógvar amerikanarar. Hundraðtúsindavís eru deyð undan valinum, sigur hann.
/ritzau/











