Professari hjálpa Danmark

Jens Bangso, sum er professari á Københavns Universiteti, skal hjálpa danska fótbóltslandsliðnum í fyrireikingunum til HM endaspælið næsta summar. Bangso er víðagitin sum kropsligur venjari, og hann skal fáa donsku spælararnar í toppform til kappingina. Eitt er, at donsku spælararnir skulu verða í góðum formi, men teir skulu eisini megnað at spæla fótbólt í 1750 metra hædd í Johannesburg.