Rætturin í Glostrup dømdi fyrrapartin professaran Timo Kivimäki fimm mánaðar fongsul fyri njósning. Málið hevur verið fyri afturlatnum hurðum, og tí er ikki heilt greitt, hvat tann 49 ára gamli maðurin, sum er ættaður úr Finnlandi, var ákærdur fyri.
Tað hevur verið frammi, at professarin var ákærdur fyri at hava havt fleiri fundir við russiskar diplomatar, og fregnartænastan hjá donsku løgregluni hevur sagt, at hann hjálpti russisku fregnartænastuni.
Timo Kivimäki (myndin), sum varð tikin í 2010, hevur alla tíðina noktað seg sekan. Hann hevur ikki røkt professarastarvið, meðan málið hevur verið fyri.