Nú eru tveir Profa handlar við Staravegin, Profa Farvur og Profa Gólv.
Tað er Eyðfinn Eyðunsson av Argjum sum eigur og rekur Profa Gólv. Eyðfinn er 39 ára gamal, hann byrjaði sum gólváleggjari í 1982 og stovnaði sína egnu fyritøku, Fa. Eyðfinn Eyðunsson, í 1992.
Í 1997 stovnaði hann saman við bróður sínum, Eyðun Mouritsen, fyritøkuna, Profa Farvur, sum eisini heldur til við Staravegin.
Í 2002 avgjørdu teir at hava tveir handlar og stovnaðu eitt nýtt partafelag, soleiðis at Eyðun helt áfram við Profa Farvum og Eyðfinn byrjaði við Profa Gólv, sum hevur hildið til við Smyrilsvegin til 5. mars í ár.
Profa Gólv er ein fyritøka, sum hevur specialiserað seg innan gólv og gólválegging. Teir selja alt frá venyl- og parkettgólvum til teppir og gera eisini baðirúm.
Umframt til privatkundar gera teir eisini alt gólvarbeið fyri fyritøkur og stovnar, teir hava t.d. lagt alt gólvið í bygninginum hjá Fíggjarmálastýrinum á Argjum og Sparikassabygninginum Yviri við Strond og eru júst nú lidnir við alt gólvarbeiði á nýggja bygninginum hjá Landssjúkrahúsinum.
Í fyritøkuni starvast 9 mans, har teir flestu arbeiða sum gólváleggjarar.