Product placement í Dagur og Viku

Flaggskipið hjá Kringvarpinum, Dagur og Vika, er eftir øllum at døma farið at renna tíðindi fyri donsku sjónvarpsrásina TV2. Í sjónvarpstíðindasendingini týskvøldið, valdi Kringvarpi at lýsa fyri sjónvarpssending á TV2. Frammanfyri vertin í Degi og Viku, høvdu tey stóð eitt stórt krúss, ið var prýtt við búmerkinum hjá sjónvarpssendingini Natholdet.
Kringvarpsfólkini gjørdu sær enn tá so stóran ómak, at tey fluttu krússið gjøgnum sendingina, soleiðis at tað stóð perfekt fyri teir 23 minuttirnar sendingin tók.
Natholdet er skemtisending. Eitt satiruprogramm, sum ger gjøldur burtur úr smátingum í donsku fjølðmiðlunum. Onkur vildi sagt, at talan var um danskt pjatt! Men tað er hesum, Kringvarpið velur at reklamera fyri í allarbestu senditíð. Hví ger Kringvarpið tað, spyrji eg? Og hvat fær Kringvarpið afturfyri? Og fer Kringvarpið at gera tað aftur, um vit í Miðlahúsinum, Dimmalætting ella Norðlýsið senda eitt líknandi krúss til Kringvarpið.
Fyrsta svarið kom mikukvøldið. Tá var Kringvarpið so heppið at sleppa í Natholdet. Brot úr Degi og Viku rullaðu yvir danska skíggjan, meðan fyrrverandi pornastjørnan Kira Eggers og verturin Anders Breinholdt so sótu og flentu eftir Føroyum og føroyingum, samstundis sum tey borðreiddu við vanligu fordómunum um grindadráp, samkynd og sterka trúarlívið í Føroyum.
Eg bíði spentur eftir hinum svarunum. Ikki minst, um Kringvarpið fer at seta eitt krúss frá Miðlahúsinum, Dimmalætting ella Norðlýsinum í eina av næstu sendingunum. Nær fær onkur av hesum miðlunum eina lýsing í Degi og Viku? Ella verður næsta fetið hjá Degi og Viku veruligt product placement? At ymsu vertirnir altíð eru klæddir í troyggjur frá Guðrun&Guðrun, at tað stendur ein sodavatn frá Føroya Bjór á borðinum undir hvørjari tíðindasending og at stóru skermarnir aftanfyri vertin verða skiftir út við lýsingar frá MBM og Atlantic Airways?
Alment fíggjaða Kringvarpið fær jú eina rúgvu av lýsingarpengum frammanundan. Hví so ikki ganga plankan heilt út og innføra product placement í tíðindasendingarnar eisini?