Prodrive er 12. liðið

Felagskapurin handan formil 1 FIA hevur avgjørt, at 12. liðið, ið fer at luttaka í formil1 frá 2008, umframt tey núverandi 11 liðini, er Prodrive við fyrrverandi Benetton og BAR liðstjóranum Dave Richards.

Tá umsóknarfreistin at luttaka í formil 1 frá 2008 var útið, høvdu 22 lið søkt um luttøku. Avgjørt var beinanvegin, at tey núverandi 11 liðini sluppu at hava síni pláss, meðan 12. og seinasta liðið skuldi finnast millum hini 11. Tá avtornaði gjørdist Prodrive liðið, ið fekk plássi. Max Mosley forsæti í FIA, sigur við f1.com at orsøkin til, at Prodrive var liðið, ið var valt, var, at fíggjarliga tyktist liðið best fyri, umframt at liðið hevur góðar royndir í motorítrótti eitt nú rally, og at liðstjórin hevur formil 1 royndir.
Í apríl útgávuni av F1 Racing er viðtala við Dave Richards um Prodrive. Hann greiður frá, at ætlanin er at skapa eitt lið, við munandi færri starvsfólkum. Eitt lið, ið ikki byggir á herðarnar á nøkrum øðrum liðið, men ístaðin verður heilt nýtt. Hann metur, at við at byggja liðið upp av nýggjum ber til at gera tað munandi effektivari.