Prodi harmast

Formaðurin í ES-nevndini, Romano Prodi, harmast um, at danir atkvøddu nei. Men hurðin stendur framvegis opin fyri danskari luttøku í evru-samstarvinum.

Romano Prodi harmast saman við restini av ES-nevndini um úrslitið av atvkøðugreiðsluni í Danmark.


- Donsk luttøka í evru-samstarvinum hevði gagnað bæði Danmark og ES. Men danska avgerðin broytir kortini ikki støðuna hjá Danmark í ES, sigur hann við Jyllands Posten.


Romano Prodi leggur afturat, at danska avgerðin ikki nýtist at verða tann endaliga.


- Tað kundi verið áhugavert at vita, hvussu tað hevur ávirkað valúrslitið í dag, at danir vistu, at teir kanska fáa ein møguleika at atkvøða um evruna einaferð afturat seinni.


- Eingin hevur útihýst Danmark. Hurðin stendur opin, segði ES-nevndarformaðurin.


Romano Prodi segði, at atkvøðugreiðslan fer ikki at broyta støðuna hjá Danmark í ES. Avgerðin í dag inniber bert eitt framhald av verandi støðu, har Danmark stendur uttanfyri gjaldoyrasamstarvið.


Danski Tjóðbankin tekur somuleiðis avgerðina til eftirtektar.


- Tjóðbankin fer framvegis at síggja til, at virðið á krónuni ikki fer ov langt frá virðinum á evruni, eins ov vit hava gjørt síðani 1. januar 1999, og sum vit áður hava gjørt viðvíkjandi D-markinum.


- Tað er avgerandi, at hendan gongdin heldur fram óbroytt, sigur Bodil Nyboe Andersen, tjóðbankastjóri við Jyllands Posten.