Proclaim í stórformi

Proclaim spældi eina sannførandi konsert á Fjarðafestivalinum. Við vælsvingandi og hendingaríkum tónleiki, fekk Proclaim rættiligt lív í salin. Talan er um sera dugnaligar og spennandi tónleikarar, sum vit óivað fara at hoyra nógv frá í framtíðini.
Tónleikurin hjá Proclaim er fjølbroyttur. Men sum eitt felagsheiti kundi ein sagt, at talan er um New York Gospel tónleik, soleiðis sum hann ljóðaði í 80unum. Altso tosa vit um funky og hendingaríkan tónleik.
Løgini eru á tremur við tónlistarligum góðbitum. Har eru nógvir smálutir og nógvar breaks, sum sita heilt væl. Sostatt hoyrir tú at bólkurin er í góðari venjing.