Problembarnið vil ongan veg

Liverpool kundi hugsa sær at sloppið av við kantspælaran Jermaine Pennant, men hann hevur ongan hug at rýma úr Liveprool, hóast fleiri feløg hava sýnt áhuga fyri at keypa hann. Pennant hevur eitt hálvt ár eftir av sáttmálanum við Liverpool, og líkt er til, at hann ætlar sær at verða í felagnum til í summar, tá ið hann sjálvur kann vinna eina stóra upphædd við at skifta felag.