Nú vilja miðlarnir í Onglandi vera við, at Roberto Mancini, venjari hjá Manchester City, hevur so gott sum tryggja sær tann unga og til tíðir óða italiumannin, Mario Balotelli, fyri áleið 250 til 300 milliónir krónur. Roberto Mancini er í harðari kapping við grannan, Sir Alex Ferguson, um at tryggja sær undirskriftina við Balotelli. Roberto Mancini hevur fyrr verið venjari hjá honum í Inter.
- Tað eru pengar nokk til at keypa ein hvønn leikara, men ikki til at geva teimum risa lønir, sum summi vilja vera við. Balotelli er ein av 4-5 framherjum í hava okkara áhuga. Eg var tann fyrsti venjarin, ið trúði uppá evnini hjá Balotelli og eg veit hvat hann kann, sigur Roberto Mancini.
Mario Balotelli, ella SuperMario sum tey eisini kalla hann, er ein kendur maður í Italia, men tað er ikki altíð fyri tað góða. Hann hevur eitt ótrúligt fótbóltstalent og vísur í løtum talentið fram. Men sjálvt ikki José Mourinho, sum hevur verið venjari hjá honum tvey tey seinastu árini, kláraði at fáa tamarhald á risa stóra egoinum hjá SuperMario.
- Balotelli hevur tveir eginleikar, ið passa væl til okkum. Tað er aldurin á honum og støddin á fótbóltstalentinum hjá honum. Um tíggju dagar vanti eg at vit vita nógv meir, sigur Roberto Mancini
Mario Balotelli er bara 19 ára gamal, men hevur longu spælt 59 dystir fyri Inter Milan og skorað 20 mál. Hann gjørdist í 2008 italskur ríkisborgari og hevur eisini spælt á U21 landsliðnum hjá Italia. Hann hevði eisini møguleikan at spæla fyri Ghana.