TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi í fyrrapartssendingini "Sjóðteim" á Rás2 við Sofus Gregersen, ið er formaður í antifosturtøku-felagsskapinum, Pro Vita.
Føroya Pro Vita (fyri lívi) byggir á ta kristnu lívs- og menniskjaáskoðanina, lýst við orðunum hjá franska arvagranskaranum Jerome Lejeune, professara í París.
Føroya Pro Vita arbeiðir saman við feløgum í alheimsfelagsskapinum “International Right to Life Movement”.
Sambært Sofusi Gregersen hava fosturtøkurnar havt sera neiliga ávirkan á fólkatalið í Føroyum, og er tað eisini nakað ein eigur at hava í huga.
Samrøðan Hilmar Jan Hansen hevði við Mariu Forrestal um felagsskapin "Rachel´s Vinyard" hoyrist HER