Um vikuskiftið kemur danski professionelli boksarin, 19 ára gamli Oliver Meng, til Føroya, her hann skal vera við á venjingarlegu hjá Tórshavn Boksing. Høvuðs
Eftir eitt tíðarskeið sum amatørboksari og sum fimmfaldaður danmarksmeistari og tvífaldaður norðurlendskur meistari, bleiv Oliver í fjør pro-boksari, har hann higartil hevur vunnið tríggjar av trimum dystum.
Við í Føroyum er eisini pápi Oliver, Morten, sum er royndur boksivenjari, og er systkinabarn ein av oddamonnunum í Tórshavn Boksing, Martin Meng.
Á Føroyavitjanini fer Oliver Meng eisini á vitjan í skúlanum á Argjahamri, har ein 8. flokkur skal gera samrøðu við hann í sambandi við eina blaðútgávu.