PRO/AM KAPPING Ì BRIDGE

Óroyndir leikarar við royndum makkarum. Tað var uppskriftin, tá seinast frálærukvøldið í Bridge var á skránni mánakvøldið

bridge

Mánakvøldið var síðsta kvøld hjá teimum, ið ganga til frálæru í bridge í 2004. Fyri at gera nakað serligt burturúr, varð skipað fyri kapping, har ein næmingur spældi saman við einum royndum bridgespælara. 12 pør luttóku í kappingini, ið varð skipað sum ein mitchell kapping, har norður og suður sita fast. 12 spøl vóru leikt.
Kappingin gekk framúr væl, næmingarnir dugdu væl at spæla og kláraðu eisini at halda tíðuna.
Kappingin hjá N/S gjørdist ikki serliga spennandi. Carl og Jenny vóru framúr góð og gjørdist eisini klárt nummar eitt. Á øðrum plássið komu Jórun og Carl, ið eisini høvdu eina góða skoru. Jórun og Carl ganga bæði til bridge frálæru, so sigast kann ikki annað enn, at eitt 2. pláss millum fleiri so góðar spælarar er sera flott.
Hjá E/V varð kappingin sjáldsama spennandi, einans 3 stig vóru millum nr. 1 og 6. Tá ið avtornaði, gjørdist Majbritt og Bogi fremst við 62 stigum, meðan Knút og Birita gjørdist nummar tvey.
Kvøldskúlin byrjar aftur mánakvøldi 10. januar 2005.

N/S
parStig
1Jenny - Carl86
2Carl - Jórun71
3Pætur - Lovisa57
4Birgir - Jan54
5Arnbjørn - Gudmund46
6Kurt - Flemming46


E/V
1Maibritt - Bogi62
2Knút - Birita61
3Marjun - Nicolai60
4Andrass - Heðin59
5Levy - Danny59
6Heini - Jana59