Prixið fær spennandi gest úr London

Áhugin fyri Prix Føroyum er stórur uttanlands, og nú hevur ein plátufelagsstjóri í London boðað frá, at hann kemur til Føroya, tá ið finalan verður í apríl mánaði

Tað verður gjørt nógv fyri at fáa útlendskar gestir til Prix Føroyar finaluna, og aftur hesaferð verða koma nógv fólk úr útlandinum til Føroya.
Plátufelagsfólk, journalistar, ummælarar, festivalfyrireikarar og onnur koma hendan vegin í apríl, og nú hevur ein plátufelagsstjóri í London eisini boðað frá, at hann ætlar sær til finaluna.
Talan er um stjóran á Warner Music í London, Dennis Plough.
Møguliga kemur eisini okkurt írskt umboð fyri plátufelag til Prix-finaluna.

Nógvir fjølmiðlar
Nógvir útlendskir fjølmiðlar plaga eisini at vísa Prix Føroyar finaluni áhuga. Stóru donsku dagbløðini senda fólk hendan vegin, og íslendingar eru eisini áhugaðir.
Íslendska Rás 2 ætlar senda beinleiðis frá Prix Føroyar finaluni, og Morgunblaðið fer eisini at senda fólk til finaluna.
Sjónvarpssendingin Boogie hjá DR, sum vendir sær til tey ungu, kemur eisini til Føroya í sambandi við finaluna.
? Hetta er ein góður og bíligur háttur at marknaðarføra føroyskan tónleik í útlandinum. Vit gera nógv burtur úr at lokka lyklapersónar til Føroya, og tað vísir seg, at hesi fólk fylgja væl við føroyskum tónleiki, eftir at tey hava verið í Føroyum, sigur Fróði Vestergaard, samskipari av Prixnum.