Eftir bleiktrandi ljós, rungandi tónar, myrkar akkordir, svingandi blásarar og avbjóðandi tónleik var tað hesaferð poppurin ? tann melodiøsi og fangandi ? sum sigraði.
Eyðun Nolsøe, Lawetz og Rok høvdu meira hitpotentiali við sínum løgum ? og tá verður tosað um popptónleik til føroyingar ? enn allir hinir bólkarnir í ársins Prixi higartil hava havt.
Fleiri av løgunum vóru frálík, og hóast Rok ikki megnaði at koma víðari frá hesum umfarinum, høvdu Signar í Homrum og hansara menn smíða nakrar fínar sangir, sum fangaðu beinanvegin. Eyðun Nolsøe vísti enn einferð dygd í sínum sangum, og hjá Lawetz var tað ein festlig blanding av góðum sangum og nógvari orku, sum tryggjaði teimum víðari luttøku í kappingini.
Hinir tríggir bólkarnir gjørdu eisini vart við seg á hvør sín hátt. Direct Level hevði tikið seg munandi fram síðani GospelPrixið, tá ið teir gjørdust nummar 2, Frostbit var nýtt og spennandi, meðan India, sum legði fyri, ikki kláraði at blanda seg upp í kappingina við hinar bólkarnar.
Lawetz svingaði
Væl mannaði poppbólkurin Lawetz var longu fyri tveimum árum síðani eitt nýtt og frískt ískoyti til kappingina, og hóast nógv tá varð gjørt burtur úr, at rockbólkurin Krit mátti lúta fyri eitt nú Lawetz, prógvaði bólkurin sítt virði í hálvfinaluni.
Hóast fólk høvdu havt møguleikan at hoyra Lawetz áður, so vóru teir aftur hesaferð frískir og frekir soleiðs mitt í tí heila. Eftir meira vanligan popp og rocktónleik frá trimum bólkum frammanundan blástu teir salin um koll við sínum leikandi lætta tónleiki, og tað var næstan sum at vakna í onkrum sólføgrum suðurlandi, tá ið Lawetz setti sólsellurnar til.
Blásararnir Dávur Juul Magnussen og Tróndur Olsen vóru ikki sentralir á pallinum, men teir vóru avgerandi fyri ljóðið og ljóðmyndina, sum lyfti seg upp um teir flestu av hinum bólkunum.
Høgni Reistrup gekk á odda við sínari eyðkendu rødd, og tónleikurin var lagdur í tryggar karmar av einum bólki, sum spældi væl ? og saman.
Spennandi gospel
Tað var annars bólkurin India, sum hevði fingið kjansin at leggja fyri í Prixnum hesaferð. Bólkurin var komin við orsaka av avboði frá einum øðrum bólki, og tey høvdu havt stutta tíð at venja í, eftir at tey fingu boð til Prixið.
Bólkurin spældi myrkan rocktónleik, sum kendist nakað einstáttaður og uttan tað orkuna ella handverkið, sum skuldi til fyri at blanda seg upp í kappingina av álvara.
Hinvegin var meira flog yvir gospelbólkinum Direct Level, sum við einum góðum sangara á odda megnaði at lata áhoyrarunum eina góða framførslu við melodiøsum rocktónleiki. Føroyskur gospeltónleikur er ikki júst tað, sum hann plagdi at vera, og Direct Level gav eitt gott boð upp á, hvagar føroyskur gospeltónleikur kann fara við góum tónleikaligum hugflogi og dygd.
Direct Level var ein av bólkunum, sum var við í tí sonevnda GospelPrixnum á sinni, og tá endaðu teir sum nummar 2 aftanfyri bólkin I Am. Tað er runnið nógv vatn í ánni síðani tá, og Direct Level er ein enn meira spennandi og lovandi bólkur, enn hann var tá ? eisini hóast teir verða ikki verða mintir so leingi fyri royndina at rappa.
Popprok
Bólkurin Rok, sum var mannaður við royndum tónleikarum, var við í Prixnum fyri fyrstu ferð leygarkvøldið, og tað var ein byrjan, sum vónandi fer at hava meira við sær ? um ikki í Prixnum hesaferð, so í øllum førum við fleiri framførslum og eini møguligari útgávu.
Ein av tónleikarunum í Rok er Signar í Homrum, sum var sangari í bólkinum Kjølar, sum var nógv frammi eitt skifti í 90'unum. Teir vóru kendir fyri at spæla og gera góðan rocktónleik, og tað hoyrdist aftur í Rok, at har var okkurt samband til Kjølar. Tað hoyrdist eisini okkurt fjart ekkó av Mark No Limits, har gittarspælarin í Rok, Johan Ziskason, plagdi at spæla.
Rok hevði fýra frálíkar poppsangir á skánni. Løgini vóru góð og fangaðu beinanvegin. Tað var ikki nakað nýskapandi yvir tí, eingin loyndarfull leitan eftir nýggjum tónum ella stemningum, men ein trygg framførsla við góðum løgum og niðurløgum. Til dømis kundi sangurin »Alt sum eg geri« saktans blivið eitt hitt í Føroyum. Sangurin sleppur nú at royna seg á 15 teimum bestu, og hvør veit, um hann ikki verður meira at hoyra á útvarpsrásunum hereftir.
Tað gjørdist ikki pláss fyri Rok í hálvfinaluni, men vónandi verður meira rok á skránni komandi tíðina ? bólkurin eigur í øllum førum góðan tónleik at bjóða.
Sálmur við frostbiti
Móti endanum av kappingini skuldi tann nýggi bólkurin Frostbit royna at gera vart við seg millum Lawetz og favorittin Eyðun Nolsøe. Frostbit legði seg meira á tann tunga bógvin, og í løtum ljóðaði rocktónleikurin hjá teimum spennandi. Tað er kanska ikki longur nøkur orginal idé at brúka ein gamlan sálm í tónleikinum, men tað riggaði fínt.
Øll framførslan var ikki líka sannførandi, men Frostbit var avgjørt eitt nýtt og lovandi navn, sum leygarkvøldið steig inn á føroyska tónleikapallin.
Lutakastið hevði lagað tað soleiðis, at Eyðun Nolsøe skuldi spæla seinast, og hann var eisini mettur at verða favorittur til at koma víðari frá kappingini. Eyðun Nolsøe hevur drúgvar royndir í føroyskum tónleiki, men seinastu tvey árini hava ikki verið tey mest virknu hjá honum, hóast hann hevur havt fleiri framførslur ? bæði við Frændum og sínum egna bólki.
Klassamunur
Nú skuldi Eyðun Nolsøe vísa, um hann kundi standa mát í eini tónleikakapping meira enn 20 ár eftir, at hann var í studio fyrstu ferð og byrjaði at skriva sangir.
Og tað var eingin ivi til at seta spurnartekin við hetta, tí vápnaður við fýra nýggjum sangum og einum framúr góðum bólki setti Eyðun Nolsøe seg heilt klárt á eina tónleikaliga trúnu leygarkvøldið.
Tað ber kanska til at seta spurnartekin við nýskapan og yvirraskilsi, men tá ið tað snúði seg um tónleikaliga handverkið, var tað klassamunur millum Eyðun Nolsøe og hinar bólkarnar.
Omanfyri er róð fram undir, at tað hoyrast ekkó úr farnum bólkum, tí tónleikarar úr teimum eru við í hesum Prixnum, og soleiðis var tað eisini hjá Eyðuni. Tað bar til at hoyra, hvør sangskrivarin var, og minst ein av sangunum ? »Eg visti ei av« ? kundi uttan trupulleikar blivið eitt nýtt hitt hjá Frændum, um tað nú var ætlanin.
Tað er gott fyri bæði breiddina og dygdina í Prixnum, at bólkar sum tann hjá Eyðuni Nolsøe eru við í kappingini. Seinnu árini hevur tað meira ella minni skorta við slíkum poppbólkum, og illgrunin um eitt dekan ov einstáttað Prix-rák fyri tveimum árum síðani er ikki til staðar longur.
Ljóðaði væl
Tað er munur á at sita frammanfyri einum telduskíggja ella einum útvarpslurti og fylgja við Prix Føroyum og so at vera til staðar. Ein framførsla er ikki tann sama í einum loftmiðli, sum hon er í einum væl egnaðum sali í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og tað kann virka eitt sindur nakið, tá ið bólkarnir verða varpaðir út til fólkið umvegis net og FM-bandið.
Hinvegin var ljóðið í Mentanarhúsinum gott leygarkvøldið. Tøkningurin Alexandur Gaard Joensen hevði gott tak á knøttunum og ljóðinum hjá teimum skiftandi bólkunum, og tað var ein fragd at hoyra, at ljóðið ikki bara var skrúvað frá uttan fyrilit, men at sangarin stóð sterkur í ljóðmyndini allatíðina. Ofta hava tøkningar lyndi til at køva kjarnina í tónleikinum, men soleiðis var ikki hetta kvøldið.
Kanska endaði hetta triðja umfari, sum mong høvdu væntað frammanundan, men á leiðini til fulla vissu um, hvør skuldi í hálvfinaluna, fingu áhoyrarnir nógvan góðan tónleik ? og fyri einaferð skuld vóru sterkastu kortini tann reini poppur.
Sig so tað, at Prixið er ferdigt sum poppsangari...
- - -
Prix - 3. umfar
3. innleiðandi umfarið í Prix Føroyum 2005 var í Fuglafirði leygarkvøldið. Seks bólkar vóru við í kappingini, og teir spældu í hesari røð:
? India: Aimée Hansen (sang), Rói Johannesen (gittar og sang), Kenneth Hansen (gittar), Magnus Heinesen (bass) og Kári Skibenæs Nielsen (trummur).
? Direct Level: Dan Danielsen (sang og gittar), Johnny Mikkelsen (gittar), Dávid í Lág (bass) og Martin Fredriksberg (trummur)
? Rok: Signar í Homrum (sang og gittar), Johan Ziskason (gittar og sang), John Johansen (bass og sang), Ólavur Enni Elisson (trummur)
? Lawetz: Høgni Reistrup (sang), Ísak Sambleben (bass), Høgni Fagraberg (gittar), Sveinur Dam (gittar), Halgir Arge (trummur), Dávur Juul Magnussen (trekkbasun), Tróndur Olsen (fløtahorn og trompet) og Jenny Old (kór)
? Frostbit: Carla Martha Josenius (sang), Eirik Mikkelsen (gittar og keyboard), Arnfinn í Bartalsstovu (gittar), Tommi Hansen (bass) og Jóhannus Tausen (trummur)
? Eyðun Nolsøe: Eyðun Nolsøe (sang og gittar), Kim Hansen (keyboard og sang), James Olsen (trummur og sang), Jóhannes á Rógvi Joensen (bass) og Jens Marni Hansen (gittar og sang)
Tá ið dómararnir høvdu atkvøtt og talt varð saman, vóru vinnararnir av 3. umfarinum Lawetz og Eyðun Nolsøe.
Teir seks bólkarnir, sum nú eru komnir í hálvfinaluna í kappingini, eru:
? GoGo Blues
? Lama Sea
? Makrel
? All That Rain
? Lawetz
? Eyðun Nolsøe
Seinasta innleiðandi umfarið verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 5. mars, og tá skulu seinastu tveir bólkarnir í hálvfinaluni finnast.










