Prix vinnararnir til Vágs

Allir suðuroyingarnir, ið orsakað av verkfallinum vóru ov seinir at keypa sær atgongumerki til Prix Føroyar finaluna í Norðurlandahúsinum, fáa nú høvi at hoyrar vinnarnarnar, Taxi, spæla í VB-húsinum leygarkvøldið.

Taxi hava millum ár og dag verið nakrar ferðir í Suðuroynni, og nú fara teir til Vágs, har bassleikarin Jón Mc Birnie tráddi sínar barnaskógvar.

Tað er Vágs Bóltfelag, ið skipar fyri tiltakinum, og vænta tey, at nógv fólk fer at leita sær í VB-húsið leygarkvøldið.

Í sambandi við tiltakið koyra bussar bæði suður eftir oyggj áðrenn dansin og norðureftir aftur eftir dansin.