Prix Føroyar tónleikakappingin 2005 er farin av bakkastokki. Farna leygarkvøld var fyrsta innleiðandi umfarið í Prix Føroyum, og tveir bólkar vunnu sær pláss í hálvfinaluni í kappingini.
Leygarkvøldið verður annað av fýra innleiðandi umførum, og hesaferð fara seks bólkar at kappast um tey næstu tvey plássini í hálvfinaluni.
Bólkarnarir, sum eru við hesaferð, eru bæði nýggir og meira royndir. Teir eru pH 5,5, All That Rain, Makrel, MMM, Róp og Side Effect.
Í blaðnum í morgin ber ti at lesa meira um hesar bólkar og um umfarið leygarkvøldið annars.









