Bólkurin við navninum Synarchy hevur verið til í tvey ár, men teir hava ikki verið serliga sjónligir á tónleikapallinum. Bólkurin hevur spælt við hesari manningini síðani seint í fjør, og teir hava bert havt eina almenna framførsla ? tað var á Margarinfabrikkini í desember mánaði í fjør.
Talan er tí um ein rættiliga feskan og ókendan bólk, sum leygarkvøldið fær møguleikan at spæla fyri nøkrum hundrað fólkum í Mentanarhúsinum og eini størri rúgvu gjøgnum útvarp og net.
Synarchy spælir metal.