Prix-kvøldini halda fram

Í kvøld, fríggjakvøld, verður aftur eitt Prix kvøld á Platform. Hesaferð verða tað bólkar nir Hatespeech og Flux, sum fara at spæla

Fyri nøkrum vikum síðani byrjaði Platform við tiltaki, ið tey kalla fyri Prix kvøld. Fyrsta kvøldið var við Páll Finnur Páll og Déja Vu, og nú er annað Prix kvøldið á skránni.
Nú fáa havnarfólk og tey, ið leita sær í Platform fríggjakvøldið, høvi til at hoyra Hatespeech og Flux.
Byrjað verður klokkan 23 og teir báðir bólkarnir skiftast um at spæla til klokkan 01. Aftaná verður diskotek.
Atgongumerkini eru eisini bíligari áðrenn klokkan 01. Tá kosta tey 50 krónur, men kemur tú aftaná klokkan 01 fer prísurin upp á 80 krónur.

Myndatxt: Hatespeech og Flux spæla í Platform fríggjakvøldið