Prix: Kristleif Zachariasen

Kristleif Zachariasen - sang og kassagittar
Rógvi á Rógvu - slagverk
Arnold Ludvig - bass
Heðin Ziska Davidsen - el-gittar
Óli Olsen - tangentar

Kristleif Zachariasen kom fram sum solistur ? singer/songwriter, tey kalla ? í kappingini, sum Hafnia Lounge skipaði fyri. Hann vann hesa tónleikakapping, og síðani hevur hann bæði spælt nógv til tiltøk og givið fløgu út.
Hesaferð fer hann at spæla saman við einum bólki, sum hann hevur spælt við í eina tíð. Talan er um tónleikarar, sum eru kendir frá nógvum øðrum samanhangum og hava drúgvar royndir.
Samstarvið teirra millum byrjaði við útgávuni hjá Kristleif, Litleysir Blettir, og tað heldur síðani hildið fram. Nú fara teir eisini at royna seg í Prixnum.
Tað er Kristleif Zachariasen, sum skrivar sangirnar hjá bólkinum, og tónleikurin verður væntandi ein blanding av poppi, fólkatónleiki og country.