Útvarp Føroya hevur seinastu tríggjar ferðirnar tikið tónleikin í Prix-finaluni upp, fyri síðani at geva ein part út á fløgu.
Soleiðis verður aftur í ár, og arbeiðið at ljóðblanda tónleikin til útgávuna er longu farið í gongd.
Útvarpsstjórin Jógvan Jespersen kundi eftir finaluna siga tónleikarunum, at fløgan kemur út fríggjadagin 23. mai.
Á fløguni verða sangir hjá øllum finalistunum í kappingini.